Hallir og vøllir og breytir eru nú í sama stovni

Hallir og vøllir og breytir eru nú í sama stovni
Nýggi stovnurin í Tórshavnar kommunu eitur Ítróttaanlegg
Dánjal Samuelsen er leiðari hjá Ítróttaanleggi.
Mynd: Tórshavnar kommunu  
 
29.11.2017 - 10:45

Nú skal ein og sami stovnur umsita ítróttarhallir og vøllir í Tórshavnar kommunu.

Fyribils eitur nýggi stovnurin Ítróttaanlegg.

Dánjal Samuelsen, sum higartil hevur verið hallarleiðari, verður leiðari hjá samanlagda stovninum. 

14 fólk starvast hjá stovninum, og rakstrarjáttanin í 2018 er 11,5 mió. kr.

Í Tórshavnar kommunu eru 14 hallir og fimm fótbóltsvøllir umframt Tórsvøll, Tórsbreyt og skoytubreytina. 

Higartil hevur umsitingin verið í tveimum, hallirnar hava verið fyri seg og vøllirnir fyri seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862