Heildarveiting til kommunur í staðin fyri skatt

Heildarveiting til kommunur í staðin fyri skatt
Skattanevndin mælir til at broyta fíggingina til eldraøkið
Kommunurnar eiga at fáa aðrar pengar enn nú til eldraøkið, sigur Skattanevndin.
 
06.12.2017 - 08:06

Ein heildarveiting til kommunurnar er betri enn verandi skipan at fíggja eldraøkið.

Tað heldur Skattanevndin.

Eldraøkið verður nú fíggjað soleiðis, at kommunurnar fáa skattin á pensjónsinngjøldum, hann er 40 prosent.

Harafturat fáa tær frá landinum tað, sum tær missa í skatti frá fólki, sum eru í DIS, FAS, arbeiða uttanlands ella fáa sjómannafrádrátt.  

Hendan skipan hevur fleiri veikleikar, sigur Skattanevndin. 

Skiftir í 2027

Hetta til 2027 kann roknast við, at skatturin av pensjónsinngjøldum fer at vaksa meira enn útreiðslurnar til eldraøkið.

Men væntast kann, at útreiðslurnar á eldraøkinum eftir 2027 fara at vaksa meira enn inntøkurnar frá skatti av pensjónsinngjøldum. 

Skattanevndin mælir til, at heildarveitingin verður roknað soleiðis, at landið fær skattin av pensjónsinngjøldum og síðani býtir tær inntøkurnar millum kommunurnar eftir fólkatalinum yvir 67 ár í kommununum. 

Heildarveitingin eigur at vera eitt ávíst gjald fyri hvørt fólk, sum er 67 ár ella eldri. 

Neyðugt verður at áseta hesa upphæddina fyrstu ferð við samráðing millum land og kommunur, sigur Skattanevndin. 

Upphæddin skal síðani javnast hvørt ár.  

Árliga upphæddin eigur at svara til, hvat eldraøkið veruliga kostar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502