Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring

Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring
Tað er vánaligt veður, og hann øtlar vindin næstu tímarnar. Tað er ikki koyrandi eftir Oyndarfjarðar- og Gjáarvegnum, sigur Landsverk
 
07.12.2017 - 07:10

Norðanfyri og vestanfyri er mesti vindurin. Tíðliga í morgun regnaði, men nú verður kaldari, - niður móti frostmarkinum, og vit fáa kavasletting ella kava.

Tað er nakað av krapu og hálku í norðara og vestara parti av landinum. 

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk, greiddi í tíðindunum klokkan 07 frá, at tað ikki er koyrandi eftir Oyndarfjarðar- og Gjáarvegnum. 

Á Vestmannavegnum er nakað av jarðroki, segði hann. Blandingin av vindi og hálku ger, at koyrilíkindini ikki eru tey bestu í morgun. 

Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring, tí tað er rættiliga nógvur vindur - frá 30-50 metrar um sekundi við hørðum hvirlum, segði Árni Jacobsen við tíðindini í morgun. 

Avlýsingar klokkan 07:

Strandferðslan hevur fleiri avlýsingar.

Allar leiðirnar hjá Bygdaleiðum í morgun eru avlýstar. 
 
Og strandfaraskipið, Smyril, fór ikki av Krambatanga í morgun klokkan seks, og siglur sostatt heldur ikki túrin av Havnini klokkan 8.30.

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um ferðaæltanir í dag á heimasíðuni ssl.fo.

Sunda kommuna boðar eisini frá á heimasíðu síni, at eingin skúlagongd verður í skúlunum, og eingin dagstovnur er opin í Sunda Kommunu í dag.

Og í Havn koyra bussleið 4 og 5 ikki fyribils.

Kunngerðir klokkan 07:

Fyri veður er eingin skúlagongd í dag.
Skúlin í MIðvági og skúlin á Giljanesi

Vegna vánalig veðurlíkindi er skúlagongdin avlýst í dag.
Skúlin við Streymin

Frá Miðnámi á Kambsdali
Skúlagongdin í dag er avlýst
Miðnám á Kambsdali

Barnagarðurin og frítíðarskúlin á Eiði eru stongdir í dag fyri veður.

 

Kunngerðir verða dagførdar allan dagin og kunnu síggjast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634