Neyv virðismeting krevur ov nógva umsiting

Neyv virðismeting krevur ov nógva umsiting
Skattanevndin heldur, at grundarlagið undir fastognarskatti eigur at vera ein ikki so neyv virðismeting. Tí eigur skatturin ikki at vera stórur
Um politikararnir áseta skatt á sethúsum, eigur tey ikki at virðismetast so neyvt, tí tað krevur nógva umsiting, sigur Skattanevndin.
 
07.12.2017 - 07:41

Ein neyv virðismeting at brúka sum grundarlag fyri fastognarskatti, tað er skattur av bústaði, krevur ov nógva umsiting.

Tí skulu minni neyvar virðismetingar brúkast í fyrstani.

Hóast Skattanevndin einki beinleiðis tilmæli hevur um fastognarskatt, hevur hon kortini eitt hugskot um, hvussu hann kann fyrireikast. 

Skattanevndin mælir frá at gera sera neyvar virðismetingar at brúka sum grundarlag undir fastognarskattinum.

Tí slík virðismeting er sera krevjandi at umsita.

Fyrireiking

Skattanevndin mælir tí til at byrja fyrireikingararbeiðið til fastognarskatt við at byggja á minni neyvar virðismetingar av bústøðum. 

Men av tí, at ein slík virðismeting ikki er serliga neyv, eigur fastognarskatturin ikki vera høgur. 

Skattanevndin heldur, at landsstýrið eigur at seta ein arbeiðsbólk til at gera uppskot um virðismeting, tá ella um landsstýrið heldur tað vera rætt at hava fastognarskatt. 

200 milliónir

Skattanevndin nevnir sum dømi, at 1000 kr. í miðal um mánaðin í fastognarskatti geva landskassanum 200 mió. kr.

Skattanevndin sigur, at ein fyrimunur við fastognarskatti er, at hann hevur við sær javnari skatting av avkastinum av íløgum í bústaðir og í egnan bústað sammett við aðrar íløgur. 

Harafturat kann hann breiðka inntøku- og skattagrundarlagið hjá landinum og fíggja landsskattalætta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256