Demich skal gera jarðhitaskipanina á Glasi

Demich skal gera jarðhitaskipanina á Glasi
Demich hevur útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi, nú fyritøkan skal gera higartil størstu jarðhitaskipan í Føroyum
 
12.12.2017 - 19:19

Partafelagið Demich, skal gera higartil størstu jarðhitaskipan í Føroyum, sum er hitaskipanin til Glasir í Havn.

Sáttmálin er uppá slakar 4,7 mió. krónur.

Demich hevur útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi í sambandi við at leiða jarðhita upp til anleggið, sum fer at nøkta umleið helmingin av hitaorkutørvinum á Glasi.


Eftir ætlan skulu borast 22 hol niður á umleið 300 metrar, sum verða veitingargrundarlagið undir jarðhitaskipanini á nýggja skúlanum.

Tað vóru Torbjørn Hansen, stjóri í Demich og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum skrivaðu undir avtaluna í dag.

Demich hevur higartil veitt umleið 250 jarðhitaskipanir í Føroyum, tær flestu eru til privatar bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928