Maskinmeistarafelagið nýggjan formann

Maskinmeistarafelagið nýggjan formann
Á aðalfundinum í mars skal nýggjur formaður veljast í Maskinmeistarafelagnum
 
17.12.2017 - 18:05

Maskinmeistarafelagið skal hava nýggjan formann.

Hetta verður á aðalfundinum, sum verður í mars.

Páll Hansen, ið hevur verið formaður í 11 ár, tekur ikki við afturvali, og tí skal nýggjur formaður veljast.

Freistin at boða frá til formansstarvið var úti á miðnátt fríggjakvøldið, og ein hevur sagt seg vilja taka við starvinum, sigur Páll Hansen.

Hann vil kortini ikki avdúka, hvør tað er, tí nevndin fer at tosa saman í morgin, og kanska nýta eina grein í viðtøkunum fyri felagið, sum kann leingja freistina við einari viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928