Fasti gerðarrætturin aftur á fund

Fasti gerðarrætturin aftur á fund
Nú klokkan tvey verður farið á fund at umrøða verkfallið
 
17.12.2017 - 14:00

Nú klokkan tvey fer Fasti gerðarætturin á fund at umrøða verkfallið, sum Føroya Pedagogfelag hevur lýst í morginári á fleiri stovnum hjá Almannaverkinum.

Tað er Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, sum vil hava Fasta gerðarættin at umrøða málið einaferð enn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.

At Pedagogfelagið bjóðar Almannaverkinum 89 vaktir at arbeiða á stovnum hjá Almannaverkinum í morgin, tá verkfallið byrjar har, er alt ov lítið:

- Neyðugt er við minst 135 vaktum tilsamans, og tað vil siga 46 vaktum aftrat, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum fer at kunna Fasta gerðarættin um støðuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659