Tulking um pengar til manning á Arctic Voyager

Tulking um pengar til manning á Arctic Voyager
Fiskimannafelagið noktar limum sínum at fara við Arctic Voyager. Reiðariið og felagið tulka avtaluna á hvør sín hátt, sigur reiðarin
Arctic Voyager á skipasmiðju í Havn.
 
20.12.2017 - 12:59

Mynstringarbannið hjá Fiskimannafelagnum byggir á eina tulking av avtaluni um Arctic Voyager, sigur reiðarin, Ludvík við Stein.

Hann sigur, at gera sakførarnir hjá pørtunum ta niðurstøðu, at Fiskimannafelagið tulkar rætt, er reiðaríið til reiðar at fylgja niðurstøðuni.

Talan er um 3.000 kr. um dagin. 

Føroya fiskimannafelag noktar limum sínum at mynstra við uppsjóvarskipinum Arctic Voyager hjá P/f Jókin í Hvalba.

Tað ger felagið, tí limir tess fáa ikki hýru sambært avtaluni við reiðaríið, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard. 

Talan er um tulking, sigur Ludvík við Stein, reiðari.

5.500 kr. um dagin

Í avtaluni við Fiskimannafelagið stendur, at limirnir í Fiskimannafelagnum fáa 5.500 kr. um dagin at býta millum sín.

Men so stendur eisini, at hevur Fiskimannafelagið gjørt slíka avtalu við annað reiðarí um færri krónur at býta, fáa teir á Arctic Voyager ta upphæddina.

Ludvík við Stein sigur, at reiðaríið tulkar hetta soleiðis, at Fiskimannafelagið skal ikki hava gjørt slíka avtalu yvirhøvur. 

Men tulkingin hjá Fiskimannafelagnum er, at eingin avtala um minni upphædd skal gerast eftir at avtalan er gjørd um Arctic Voyager. 

Reiðaríið hevur sæð eina avtalu, sum Fiskimannafelagið gjørdi, áðrenn avtalan um Arctic Voyager varð gjørd.

Tí hava vit goldið 2.500 kr. at býta, sigur Ludvík við Stein.

Hann sigur, at sakførararnir hjá báðnum pørtum hava tosað saman og skulu gera eina niðurstøðu. 

Ludvík við Stein sigur, at er niðurstøðan tann, at tulkingin hjá Fiskimannafelagnum er tann rætta, fer reiðaríið at fylgja henni.    

Hini feløgini nøgd

Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, undrast á, at Fiskimannafelagið ikki vendi sær til Maskinmeistarafelagið um mynstringarbannið.

Hann sigur, at Maskinmeistarafelagið hevur ikki trupulleikar av Arctic Voyager. Reiðaríið, Jókin, er í Reiðarafelagnum.

Maskinmeistarafelagið hevur sáttmála við Reiðarafelagið og væntar sjálvandi, at Reiðarafelagið heldur sáttmálan, sigur Páll Hansen. Hann veit ikki annað enn, at Reiðarafelagið ger tað.

Skipara- og navigatørfelagið hevur heldur ongar trupulleikar av Arctic Voyager. 

Avrokningarnar hjá limum felagsins eru í lagi, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigtørfelagnum.

Mynstraðu fyri midnátt

Jókin keypti Arctic Voyager í september. 

Skipið eigur 2.500 tons av norðhavssild og 8.897 tons av svartkjafti, sum vórðu keypt á uppboði í september.

Arctic Voyager fór av Fuglafirði í morgun á fiskileið.

Men manningin mynstraði fyri midnátt, sigur reiðarin Ludvík á Stein. Mynstringarbannið kom i gildi á midnátt. Og manningin er tann sama. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852