Bretskur varaforsætisráðharri koyrdur

Bretskur varaforsætisráðharri koyrdur
Bretski varaforsætisráðharrin hevur lagt frá sær eftir áheitan frá Theresu May, tí hann hevur sagt ósatt í einum máli um pornografiskar myndir
 
21.12.2017 - 09:47

Bretski varaforsætisráðharrin, Damian Green, hevur lagt frá sær eftir áheitan frá Theresu May, forsætisráðharra, tí hann hevur sagt ósatt í einum máli um pornografiskar myndir, sum vórðu funnar á arbeiðsteldu hansara í 2008.

Damian Green hevur higartil noktað fyri at hava tikið myndirnar niður á telduna.

Men í einum brævi til Theresu May, sum eisini er kunngjørt á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini, viðgongur frákoyrdi varaforsetin, at hann átti at verið greiðari í útsagnum sínum til fjølmiðlarnar í 2008, og at løgreglan síðani reisti málið í 2013.

Damian Green er eisini lagdur undir at hava sýnt óhóskandi atburð móti eini tíðindakvinnu, og tað harmast hann um í brævinum til forsætisráðharran.

Í kjalarvørrinum av hesum báðum málunum hevur Theresa May, forsætisráðharri, síðani heitt á Damian Green um at leggja frá sær sum varaforsætisráðharri. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162