Pedagogfelagið suspenderar verkfall

Pedagogfelagið suspenderar verkfall
Pedagogar á stovnum undir landinum fara til arbeiðis aftur í kvøld klokkan 23. - Vit gera tað, tí tað er jól, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum
Verkfallið verður tikið uppaftur 27. desember frá morgunstundini
 
22.12.2017 - 19:32

Boðini vórðu send Fíggjarmálaráðnum í dag og álitisfólkum hjá felagnum. Verkbannið, sum kommunurnar hava sett í verk fyri pedagogar á kommunalum stovnum, stendur við. 

Pedagogfelagið skrivar soleiðis"

"Nú jólini eru í hond hevur nevndin avgjørt, at verkfallið, sum byrjaði hin 12. desember, á stovnum undir landsstýrinum fyribils verður suspenderað frá 22. desember kl. 23.00 at rokna til mikudagin 27. desember kl. 07.00 at rokna."

 

Góðtikið

Sambært Jógvani Philbrow, so verður hetta stig tikið, tí tað er jól og tí m.a.er um bústovnar tvs. heimið hjá fleiri og tey skulu sleppa at halda jól heima hjá sær sjálvum. Hann avvísir, at hetta stigið er tikið fyri at spara felagnum lønarútreiðslur. 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur móttikið og góðtikið vápnahvíldina tvørturum jólini í lønartrætuni við Pedagogfelagið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762