Línuskipini aftur á Flemish Cap eftir toski

Línuskipini aftur á Flemish Cap eftir toski
Kvotan er góð 600 tons minni næsta ár.
Føroyingar eiga 2.491 tons av toski á Flemish Cap í 2018.
 
28.12.2017 - 13:00

Línuskip sleppa aftur á Flemish Cap næsta ár, og tey eru við at rigga til at fara, tí talan er um felagsskvotu, so umráðandi er at vera sum skjótast á fiskileið eftir nýggjár. 

Toskakvotan er nakað minni næsta ár enn hon var í ár. 

Í ár var hon 3.114 tons. Nú er farin niður í 2.491 tons.

Kunngerðin kemur  

Kunngerðin um fiskiskapin á Flemish Cap í 2018 er millum teirra, sum hava verið til hoyringar, og verða lýstar í morgin ella leygardagin. 

Nú skal allur fiskurin í land í Føroyum. 

Men fiskurin kann avreiðast vestanfyri og síðani flytast til Føroya við farmaskipi. 

Landsstýrið skuldi í dag fáa kunning um allar kunngerðirnar á fiskivinnuøkinum, sum skulu lýsast fyri nýggjár, men tann fundurin er fluttur til í morgin.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558