Søk um loyvi at brenna bál

Søk um loyvi at brenna bál
Ætlar tú at brenna bál á nýggjárinum, skal tú søkja um loyvi, sigur Umhvørvisstovan.
 
29.12.2017 - 07:07

Ætlar tú at skipa fyri nýggjársbáli, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi. 
Umhvørvisstovan minnir á, at ikki er loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 metrar í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
Tað er heldur ikki alt, sum kann tveitast í bálið. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, t.d. óviðgjørdur viður og pappír og greinar.
Tað er ikki loyvt at brenna burturkast. 
Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. 
Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast, skrivar umhvørvisstovan, sum á heimasíðu síni hevur vegleiðing um at brenna bál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659