- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin hevur sent al-Assad eina nýggjársheilsan

Í nýggjársheilsanini til Bashar al-Assad boðar Putin frá, at hann stuðlar Sýria og fullveldinum í landinum.
Fyrr í mánaðinum avgjørdi Putin at taka sínar hermenn aftur úr Sýria og flyta teir aftur til herstøðirnar. Tað skrivar Ritzau.
Russland gjørdist ein virkin aktørur í krígnum í Sýria í 2015. Kríggj hevur tó verið í Sýria seinastu seks árini. Fleiri hundrað túsund fólk eru dripin, og fleiri milliónir fólk eru flýdd, sambært ST.
Putin hevur eisini sent nýggjárheilsanir til USA og Týsklands, sum leggja upp til samstarv um altjóða ósemjur.
Konstruktivt samskifti millum USA og Russland er neyðugt, um tey í felag skulu loysa altjóða ósemjur, leggur Putin dent á í heilsanini til amerikanska presidentin, Donald Trump.




























