Úr at gera á skaðastovuni

Úr at gera á skaðastovuni
Ikki fýrverk men hálka hevur gjørt, at skaðastovan á Landssjúkrahúsinum hevur havt nógv at gera í nátt
 
01.01.2018 - 11:27

Tey hava havt nógv at gera á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum í nátt.

Tað er tó ikki fýrverk, men hálka, sum hevur gjørt, at fleiri fólk máttu leita sær hjálp á skaðastovuni.

- Tað eru nógv fólk, sum eru gliðin í hálkuni, og tí hava vit havt fleiri brot í fótliðum, albogum og akslum, sigur Heini Harryson, lækni.

Sambært honum hava tey ikki sæð stórvegis til skaðar, ið kunnu standast av fýrverki. Tó so, so var ein persónur óheppin og fekk eina rakett í høvdi. Støðan var á ongan hátt lívshættislig, og viðkomandi hevði eina brotna tonn og sár á varrunum, sum síðani bleiv seymað.

Á skaðastovunum í Klaksvík og Suðuroy hava tey ikki sæð nakað til stórar skaðar av fýrverki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809