Jacob Zuma leggur frá sær

Jacob Zuma leggur frá sær
Suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, boðaði ígjárkvøldið frá, at hann leggur frá sær, - dagin fyri, at tjóðartingið skuldi leggja fram misálit
 
15.02.2018 - 07:46

Zuma hevur verið undir stórum trýsti, eftir at flokkur hansara, ANC, heitti á hann um at leggja frá sær. Í gjár noktaði Zuma at akta boðunum, men í gjárkvøldið í eini sjónvarpstalu kúvendi hann.

- Eg havi gjørt av at leggja frá mær nú, segði Zuma í beinleiðis sending.

Løgreglan kannar

Zuma er í fleiri førum skuldsettur fyri mutu. Jacob Zuma verður m.a. lagdur undir at hava tætt samband við Gupta-húskið.

Væl brynjað løgreglulið hava rannsakað heimið hjá umstrídda Gupta-húskinum í Johannesburg, og trý fólk eru tikin, upplýsir suðurafrikanska løgreglan fyri BBC. Gupta-húskið eigur nógvar fyritøkur í Suðurafrika. Húskið er ákært fyri at hava gjørt sær dælt av vinarlagnum við Jacob Zuma, forseta, til tess at fáa politiska ávirkan til síni áhugamál.

Men sjálv nokta tey seg sekan í ákærunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655