Lærlingar fult endurgjald

Lærlingar fult endurgjald
Lærlingar skulu fáa fult endurgjald, tíðarskeiðið tey eru í skúla. Tað heldur Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið
 
27.02.2018 - 17:26

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um yrkisútbúgvingar.

Grein-33 í galdandi lóg sigur, at landskassin endurrindar læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan hann hevur gingið í skúla.

Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini. Sambandsflokkurin mælir til at broyta  grein-33, soleiðis at endurgjaldið verður 100% av ásettu minstulønini.

Endamálið er at fáa fleiri ung í læru.

Sambært tølum hjá Yrkisdeplinum er talið av lærlingum økt úr 215 næmingum í 2010 upp í 295 næmingar í 2016. 

Sambandsflokkurin vísir á, at hóast talið av lærlingum er hækkað síðani fíggjarkreppuna, so átti tilgongdin at verið størri, nú búskapurin hevur stórt viðrák. 

Ein avleiðing av lítlu tilgongdini er, at útbúnir handverkarar mangla, og tí er neyðugt at innflyta handverkarar. 

Tí er neyðugt við politiskum átøkum fyri at fáa fleiri í læru. Og tí eiga læruplássini at fáa fult endurgjald úr landskassanum, meðan lærlingurin er í skúla.

Sambandsflokkurin roknar við, at tað fer at kosta landskassanum umleið 14 milliónir krónur, um tilgongdin av lærlingum verður um 300 árliga. 

Men flokkurin roknar við, at tilgongdin av lærlingum fer at økjast upp í 350 til 400 um árið. Tí fara útreiðslurnar at hækka so líðandi úr 14 milliónum upp í góðar 20 milliónir, skrivar Sambandsflokkurin í viðmerkingum til uppskotið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756