Rokningin býtt í helvt millum tryggingarnar

Rokningin býtt í helvt millum tryggingarnar
Báðir partar høvdu skyldina í óhappinum, sigur rætturin. Tryggingarfelagið Trygd skal gjalda Betri trygging helvtina
Óhappið hendi norðan fyri Landsfjósið í Kollafirði.
 
03.03.2018 - 11:18

Lastbilur misti last á vegin, men persónbilarnir, sum koyrdu aftanfyri, koyrdu ikki eftir umstøðunum.

Tí verða skaðarnir býttir millum tryggingarnar:

Tryggingarfelagið Trygd skal gjalda Betri trygging góðar 39.000 kr. umframt rentu og 15.000 kr. í sakarkostnaði. 

Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti í einum sakarmáli millum tryggingarfeløgini bæði.

Betri trygging stevndi Trygd í august í fjør. Trygd varð stevnd eftir góðum 78.000 kr., men slapp við at gjalda helvtina.

Talan er um tveir skaddar persónbilar.

Lastbilur mist last 

Søgan er tann, at ein lastbilur misti nakrar ballur av glasull á vegin.

Tveir persónbilar, sum koyrdu aftan fyri lastbilin, fingu skaða fyri góðar 78.000 kr.

Lastbilurin var tryggjaður hjá Trygd, persónbilarnar hjá Betri trygging.

Rætturin skuldi taka støðu til, hvat tryggingarfelag skuldi gjalda fyri skaðarnar, sum persónbilarnir fingu. 

Betri trygging helt, at Trygd, har sum lastbilurin var tryggjaður, skuldi gjalda allar skaðarnar, sum persónbilarnir fingu, ella í hvussu so er tveir triðingar, tí lastbilurin elvdi til skaðarnar.

Trygd kravdi frídøming ella, í øðrum lagi, at sleppa við at gjalda helvtina av sakarkravinum.

Koyrdu ikki eftir umstøðunum

Rætturin sigur, at bilførararnir, sum koyrdu aftan fyri lastbilin, brutu ferðslulógina, tí teir koyrdu ikki eftir umstøðunum og fingu ikki bremsað í nóg góðari tíð. 

Rætturin sigur, at hvørki tann, sum koyrdi lastbilin, ella hinir bilførararnir hava alla skyldina.

Tí má ábyrgdin býtast millum partarnar, helvt um helvt. 

Tann, sum koyrdi lastbilin, fekk 500 kr. í bót fyri ikki at hava bilin nóg væl lastaðan. 

Eitt fólk fekk ringan skaða í óhappinum, sum hendi norðan fyri Landsfjósið í Kollafirði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482