Hækka brimverjuna í Leirvík

06.03.2018 - 15:14
InnlendisSamfelag
Hækka brimverjuna í Leirvík
Brimverjan í Leirvík skal hækkast ein metur og tað skal helst gerast skjótt, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Mynd: Eysturkommuna  

Ógvusligi upgangurin í Leirvík í fjør hevði stóran skaða við sær og tí má økið tryggjast betur, sigur Jóhan Christiansen.

Eysturkommuna ætlar at fara undir at hækka brimverjuna í Leirvík ein metur afturat fyri at binda um heilan fingur og tryggja seg sum best móti óveðri.

Tað var 25 november í fjør, at tað var somikið ógvusligur uppgangur í Leirvík, at millum annað nýggi bygningurin hjá El-Teknik fekk stóran skaða.

Tað er nógv annað virksemið niðri á økinum, ið eisini skal tryggjast móti einum slíkum uppgangi aftur. Jóhan Christiansen sigur, at tað er ikki óvanligt, at grót kemur uppum verjugarðin og inn á økið, men at hann veit ikki um so ringan uppgang sum í fjør.

Enn er peningur settur av á fíggjarætlanini til verkætlanina, men fyribils metingin sigur, at arbeiðið fer at kosta um eina millión krónur. Tíðarætlanin fyri verkætlanina er heldur ikki løgd enn, tí tilboðini eru ikki komin inn.

Jóhan Christiansen ásannar, at tað er nógv ferð á í løtuni og nógvar hendur eru upptiknar, men hann sigur samstundis tað kann ikki bíðast leingi eftir at fáa hækka brimverjuna og tryggja økið betur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527