Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell

Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell
Hetta vikuskiftið kappast Óli Mortensen og Alvi Hjelm í Katalonia, har kappingin Trofeu CN Sabadell verður hildin
Alvi bronsu í 200 blandað á Trofeu CN Sabadell 2018
Mynd: svimjing.com  
 
11.03.2018 - 14:41

Tað skrivar svimjing.com

Óli Mortensen og Alvi Hjelm kappast í hesum døgum við liðfeløgum sínum úr Hovedstadens svømmeklub í Katalonia, har kappingin Trofeu CN Sabadell verður hildin. Eftir finalurnar í gjár gjørdist tað greitt, at teir báðir vunnu hvør sítt heiðursmerki í ávíkavist 1500 metrar frí og 200 blandað. 

Óli vann silvurheiðursmerki við tíðini 15:44.11 í 1500 metrar frísvimjing, og hetta er undir kravtíðina til EM 2018 í Glasgow, har Óli sostatt verður at síggja í hylinum aftur. Hetta er triðbesta tíðin hjá Óla á hesum teininum. Besta tíðin er 15:37.77, sum hann svam til HM í Budapest í fjørsummar.

Alvi Hjelm vann bronuheiðursmerki við tíðini 2:08.89 í 200 metrar blandað. Hetta er næstbesta avrikið hjá Alva higartil. Hansara besta tíð á hesum teininum er 2:08.13, sum hann svam til Danish Open 2016.

- Tað gongur sostatt alvorliga rætta vegin hjá teimum báðum, nú teir longu í mars svimja niður ímóti hesum bestu tíðum hjá sær, sum annars typiskt verða settar á HM ella avgerandi úttøkustevnu, skrivar svimjing.com. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098