- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri danir taka seg út úr fólkakirkjuni

Í fjør meldaðu 15.400 danir seg úr kirkjuni, men tað vóru væl færri enn í 2016, tá 25.000 fólk vendu kirikjuni bakið.
Danski ráðharrin í kirkjumálum, Mette Bock, fegnast um, at tað framvegis eru nógv fólk í Danmark sum halda seg til kirkjuna, í mun til gongdina í grannalondunum.
Góð 75 prosent av danska fólkinum eru limir í fólkakirkjuni, fyri 10 árum síðani var talið 82 prosent.
Tað er serliga í høvuðstaðarøkinum at fólk venda kirkjuni bakið. Bara 57 prosent av fólkinum í Keypmannahavn eru limir í fólkakirkjuni, meðan 85 prosent av fólkinum í Viborg prestadømi eru limir í kirkjuni.
Hóast tað, so vórðu heldur fleiri børn doypt í Keypmannahavn í fjør, í mun til árið fyri.
Samlað fyri Danmark, verða færri børn doypt. Í fjør góð 60 prosent av børnunum, í mun til góð 61 prosent árið fyri.
Hildið verður, at ein orsøk til gongdina er eitt átak frá felagskapinum, Ateistisk Selskab, sum í 2016 kunnaði fólk um, hvussu tey kundu melda seg úr fólkakirkjuni, skrivar Ritzau.


























