- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland útvísir meir sendifólk
Russland útvísir meir sendifólk
50 bretsk sendifólk hava júst fingið boð um at fara úr landinum

31.03.2018 - 10:03
Russland heldur áfram við at útvísa útlendskum sendifólkum,
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Russiska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at 50 bretsk sendifólk júst hava fingið boð um at fara úr landinum
Í gjár var bretski sendimaðurin í Ruslandi, Laure Bristow, á fundi í russiska uttanríkisráðnum. Tá var hann sambært Reuters kunnaður um, at Bretland skal minka so mikið um starvsfólkahópin í Moskva, at Bretland hevur líka nógv fólk í Moskva, sum russar hava eftir á síni sendistovu í London.
23 bretsk sendifólk er frammanundan útvíst úr Ruslandi sum svar uppá, at Bretland útvísti 23 russisk sendifólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























