Hættislig støða í Gaza

Hættislig støða í Gaza
17 fólk - harav fleiri børn - vórðu dripin í Gaza í gjár, tá mótmælisfólk brustu saman við ísraelska herin.
 
31.03.2018 - 11:14

Túsundtals palestinar gingu mótmælisgongu á markinum millum Gaza og Ísrael í samband við, at 70 ár eru liðin síðan ísraelski staturin varð settur á stovn. 

Mótmælisfólkini krevja, at tey, sum mistu sítt heim í 1948, skula sleppa heim aftur. 

1400 fólk vórðu særd undir mótmælis-tiltakinum í gjár.

ST væntar, at støðan fer at gerast enn meir hættislig komandi dagarnar. 

Mótmælt verða væntandi til 14. mai - sum er sjálvur 70 ára dagurin fyri, at staturin Ísrael varð settur á stovn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592