Faroe Petroleum funnið gass

Faroe Petroleum funnið gass
Faroe Petroleum og teirra samstarvsfelagar hava funnið gass í Iris og Hades-brunnunum í Norðurhavi.
Deepsea Bergen boraði
Mynd: Odfjell  
 
04.04.2018 - 10:28

Sysla Offshore skrivar, at óvissa er, men vísa ávísar fortreytir seg at vera galdandi, so kann talan vera í sera týðandi mongdir í norskum høpi.

- Vísir tað seg, at nøgdirnar eru sum mest í okkara meting, so kann hetta vera ein tann størsta nøgdin, sum funnin er í Norðurhavi seinastu árini, sigur Eldbjørg Vaage Melberg frá norska Oljudirektorarinum.

- Bæði úrslitini eru betri, enn vit høvdu væntað frammanundan, og hetta styrkir okkara støðu, sum longu er góð í Norðurhavi, sigur Helge hammer, stjóri í Faroe Petroleum í Norra, sambært Sysla Offshore.

OMW Norge hevur 30% av verkætlanini, Faroe Petroleum 20%, Statoil 40% og Spirit Energy 10%.

Tað var Deepsea Bergen, sum boraði, skrivar Sysla Offshore.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221