Ríkisfelagsskapurin skal umskipast

04.04.2018 - 17:27
InnlendisSamfelag
Ríkisfelagsskapurin skal umskipast
Tað siga fleiri týðandi politiskir aktørar í Danmark í nýggjari bók, sum danski tíðindamaðurin Martin Breum hevur skrivað
Danski tíðindamaðurin, Martin Breum, hevur skrivað bókina "Hvis Grønland river sig løs", sum kom út í dag.

Meðan samgongan í Føroyum arbeiðir við eini stjórnarskipan, so hava grønlendarar fyri fyrstu ferð fingið ráðharra í sjálvsstýrismálum.

Og júst hetta arbeiðið ímóti at gerast tvær sjálvstøðugar tjóðir, hevur av álvara fingið ríkisfelagsskapin á dagskrá í Danmark. 

Loysing og umskipan

Í bókini hjá danska tíðindamannininum, Martin Breum, sum hevur heitið "Hvis Grønland river sig løs", sigur millum annað forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, Mette Frederikssen, at hon er opin fyri, at Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. 

Eisini danski sendiharrin í India, Peter Taksøe-Jensen, sum fyrr hevur starvast í danska uttanríkisráðnum, mælir til, at ríkisfelagsskapurin verður umskipaður. 

Javnsetan av londunum

Meira ítøkiliga sigur Peter Taksøe-Jensen, at vit áttu at umskipa ríkisfelagsskapin soleiðis, at Danmark, Føroyar og Grønland verða javnsett.

Hetta merkir, at Grønland og Føroyar kunnu yvirtaka øll málsøki, sum teimum lystir, og samstundis fáa limaskap í felagsskapum so sum ST.

Tey trý londini, Danmark, Føroyar og Grønland, eru tó felags um nøkur viðurskifti so sum kongshúsið, gjaldoyra, verju og annað, sum kundi havt áhuga.

Væntar ikki loysing her og nú

Eitt er at seta nøkur orð á, hvussu ríkisfelagsskapurin kann umskipast. Eitt heilt annað er ítøkilig gerð. Spurningurin er tí, um vit fara at síggja nakrar ítøkiligar broytingar í ríkisfelagsskapinum komandi árini.  

Martin Breum sigur, at hann væntar ikki, at Grønland ella Føroyar fara at loysa innan fá ár. Men hann leggur dent á, at líkindini fyri at ríkisfelagsskapurin verður umskipaður eru góð. 

Hoyr samrøðu við Martin Breum í brotinum omanfyri.

Peter Taksøe Jensen mælir sum skrivað til, at ríkisfelagsskapurin verður umskipaður. Les grein hansara her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365