Í dag fáa allir brúkarar boð frá Facebook

Í dag fáa allir brúkarar boð frá Facebook
Í dag fáa allir brúkarar á Facebook at vita, um dátur teirra ólógliga eru fingnar til vega og misbrúktar av greiningarfyritøkuni Cambridge Analytica
Kl. 17 føroyska tíð ætlar Facebook at kunngera eini boð fyri øllum brúkarum. 87 milliónir brúkarar fáa boðini til høgru, meðan restin fær tey til vinstru.
Mynd: BBC.com  
 
09.04.2018 - 15:32

Tað skrivar BBC.com. Tað er ikki langt síðani, at tað varð avdúkað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevði savnað saman persónligar dátur frá umleið 50 milliónum brúkarum. Talið varð tó seinni hækkað til 87 milliónir brúkarar. 

Í kjalarvørinum av hesari gølu hevur Facebook verið undir hvassum atfinningum frá politikarum og eygleiðarum kring allan heimin. Eisini hevur Facebook hert trygdarátøkini á sosiala miðlinum. Tú kanst lesa um hesar broytingarnar her

Eitt av hesum átøkum er tá eisini at fortelja brúkarum, um teirra dátur eru fingnar til vega og misbrúktar. Sambært BBC fáa allir brúkarar á sosiala miðlinum tí eini boð kl. 17 í dag. 

Tvær útgávur

Umleið 87 milliónir brúkarar fáa í dag boðini um, at teirra upplýsingar eru fingnar til vega og misbrúktar av eitt nú greiningarfyritøkuni Cambridge Analytica. 

Restin, tað vil siga gott og væl 2,2 milliardir brúkarar, fáa eini boð og eina leinkju, ið vísir, júst hvørjar appir eru knýttar til kontuna. Sostatt verða allir brúkarar gjørdir varugur við, hvørjar upplýsingar hesar appirnar hava um tey.

Harafturat kunnu brúkarar skjótt og lætt strika appirnar og ógilda loyvini, um tey ikki hava tørv á hesum appunum longur.

Føroyingar neyvan raktir

TV 2 skrivar millum annað, at 7 danskarar brúktu tí appina, sum Cambridge Analytica brúkti til at súgva dátur frá brúkarum. Tí at appin eisini fekk upplýsingar frá vinfólkum hjá brúkarum, ið brúktu appina, hevur fyritøkan sostatt fingið fatur á persónligum dátum frá umleið 41.820 danskarum. 

Tískil er tað neyvan nakar føroyingur, sum klokkan 17 fær at vita, at viðkomandi er millum tær 87 milliónirnar, hvør persónligu dátur eru misnýttar. 

Allarstørsti parturin av teimum 87 milliónunum eru amerikanarar, og greiningarfyritøkan Cambridge Analytice brúkti dáturnar til millum annað at ávirka forsetavalið í 2016, tá Trump gjørdist forseti. 

Hvørjar upplýsingar hevur Facebook um teg?

Tú kanst eisini kanna, hvørjar upplýsingar Facebook hevur um teg.

Til ber at taka niður hesar upplýsingar, sum tó kann taka eina løtu alt eftir, hvussu virkin tú hevur verið á sosiala miðlinum.

1. Trýst á pílin ovast til høgru og vel stillingar.

2.  Trýst síðani á heinta avrit av tínum Facebook-dátum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482