Eingin ætlan um nýtt skip til Sandoyarsiglingina

Eingin ætlan um nýtt skip til Sandoyarsiglingina
Tað sigur Henrik Old í svari til Brand Sandoy, sum hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um siglingina um Skopunarfjørð
 
10.04.2018 - 14:56

Í næstum verður farið undir at fyrireika at bora Sandoyartunnilin, og í hesum sambandi kann verða neyðugt, at Ternan, sum annars røkir Nólsoyarleiðina, ger onkran eykatúr um Skopunarfjørð um náttina á sumri við farmi og akførum.

Men eingin ætlan er um at keypa ella byggja eitt skip aftrat til Sandoyarsiglingina. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy í Fólkaflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um siglingina um Skopunarfjørð.

Brandur Sandoy segði í viðmerkingunum til spurningin, at landsstýrismaðurin í einum kjaki í Kringvarpinum fyrr í ár gav lyfti um, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar afturat Teistanum.

Men Henrik Old svarar, at talan í hesum førinum bara kann verða um eyka náttarsigling hjá Ternuni við farmi og akførum.

At byggja ella keypa skip afturat til Sandoyarsiglingina er heldur ikki við í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum.

Brandur Sandoy vísti eisini á, at um nýggj Nólsoyarferja varð bygd, hevði borið til at seta Ternuna í summarsigling á Sandoyarleiðini saman við Teistanum.

Men Henrik Old sigur, at hetta er ikki rætt, tí í ætlanini um nýggja Nólsoyarferju lá eisini, at Ternan skuldi seljast.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at nýggja bíleggingarskipanin á Gomlurætt riggar sum heild væl, og við neyðugum tillagingum fer hon at taka trýstið, sum verður í summar.

Best hevði verið, at bíleggingarskipanin eisini fæst at virka í Skopun, sigur hann.

Henrik Old sigur, at hann ætlar at arbeiða fyri, at eitt nú stórir bilar við farmi, ið hava fyri neyðini at sleppa skjótt um fjørðin, ikki fara aftur um í røðini í bíleggingarskipanini, um t.d. avlýsingar hava verið fyri veður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852