Mugu minka um plastdálkinginga í havinum

Mugu minka um plastdálkinginga í havinum
Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum heldur, at land og kommunur eiga at vísa nógv størri áhuga í at granska avleiðingar av plastdálkingini í havinum
 
17.04.2018 - 08:51

Serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv føroyingar og føroyski búskapurin eru bundin at reinum havi og rávøruni, sum er har. Og Føroyar eiga at arbeiða saman við hinum Norðurlondunum um at minka dálkingina í høvunum. 

Tað sigur Uttanlandsnevndin, sum hevur viðgjørt tilráðingar hjá Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum.

Føroyar eru mitt í plaststreyminum frá Golfinum til Arktis. Vit kunnu tí rokna við, at nógv plast rekur til okkum og frá okkara leiðum, sigur Uttanlandsnevndin. 

Nógv plast er tó ikki í fiskamagum, men munur er á plastnøgdum í fiskamagum á Føroya banka og á landgrunninum. 

Gransking vísir, at 91 % av havhestinum við Føroyar hevur plast í sær. Og plast frá sjófugli endar í skúgvi, sum dregur tað niðan í hagan, sigur Uttanlandsnevndin. 

Nevndin sigur, at tað er neyðugt at gera átøk, sum steðga dálkingini í høvunum, og eggja til átøk, sum endurvinna plastburturkast

Nevndin fekk upplýst, at neyðugt er at kanna, um plast eisini er lægri í føðiketuni, so sum í kræklingi og øðu. Hesi djór eru fram við strendur, og nógvur sjógvur fer gjøgnum tey. Tey kunnu tí hugsast at eta tað evarska lítla plastið, mikroplastið, sum kemur úr smyrsli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053