Flogbóltur: Tey bestu kosin

Flogbóltur: Tey bestu kosin
Á flogbóltsgallaveitsluni leygarkvøldið fingu bestu leikararnir handað heiðurspláti fra Magnusi Tausen, formanni í FBF
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
23.04.2018 - 12:26

Um vikuskiftið var gallaveitsla fyri flogbóltsfólk, sum Fleyr skipaði fyri. Her vórðu ársins bestu leikarar heiðraðir. 

Hjá kvinnunum vann Fleyr seks av sjey heitum, meðan tað var meira javnt býtt hjá monnunum millum ymisku feløgini.

Venjarar og liðformenn á einstøku liðunum í meistaradeildini hava seinastu vikuna atkvøtt um bestu leikararnir. Úrslitið gjørdist hetta:

Hjá kvinnum:

Ársins leikari og ársins áleypari: Anja Danielsen, Fleyr

Ársins hevari og ársins stjørnuskot: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr

Ársins blokkleikari: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr

Ársins verjuleikari: Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur

Árins venjari: Kristin Mikkelsen, Fleyr

Ársins dómari: Jan Hentze. Vegna Jan Hentze tók Rói Hentze móti plátuni,

Menn:

Ársins leikari og ársins hevari: Thorvald Danielsen, Mjølnir

Ársins blokkleikari: Trygvi Hansen, ÍF

Ársins áleypari: Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir

Ársins verjuleikari: Bjarni Larsen, ÍF. Vegna Bjarna Larsen tók Teitur Eliasen ímóti

Ársins stjørnuskot: Hjørtur Joensen, SÍ

Ársins venjari: Boban Ilic, ÍF. Vegna Boban Ilic tók Andreas Reinert Zachau ímóti.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040