Altjóða DNA dagur í dag

Altjóða DNA dagur í dag
Fyri fyrstu ferð verður dagurin hátíðarhildin í Føroyum.
 
25.04.2018 - 10:43

Dagurin í dag er ikki einans flaggdagur, tí tann 25. apríl er eisini altjóða DNA dagur.

Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin.

Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur.

Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin.

Fleiri fólk í Føroyum arbeiða hvønn dag við DNA arvastronginum, og tí verður DNA dagurin eisini hátíðarhildin í Føroyum í dag fyri fyrstu ferð. 

Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni, gransking.fo.

Hetta verður í Perluni í Havn í dag klokkan 16.00, har tað upp á ymsar mátar verður víst, hvussu DNA verður brúkt í gransking og í sambandi við heilsu í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891