Landstingið hittist í næstu viku

Landstingið hittist í næstu viku
Hans Enoksen, sum hevur verið longst í landstinginum, hevur kallað tingið saman 15. mai. Fundur verður eisini 16.mai.
 
08.05.2018 - 08:57

Samgonga er skipað millum størsta flokkin, Siumut, Attasut, Parti Naleraq og nýggja flokkin, Nunatta Qi tor nai.

Kim Kielsen í Siumut heldur fram sum landsstýrisformaður, men hann vil ikki siga enn, hvørji onnur vera í landsstýrinum. 

Hann vil ikki tilnevna landsstýrisfólk, fyrr enn liðugt er at kanna, um tey, sum vórðu vald í landstingið 24 .apríl, hava valbæri, sigur hann við grønlendska kringvarpið, KNR.

Ein serlig nevnd í landstinginum kannar, um nakar av teimum valdu hevur dóm, sum ger, at viðkomandi ikki kann sita í landstinginum og tá, sambært Kim Kielsen, heldur ikki í landsstýrinum.

Nevndin hevur skrásetingina hjá politinum fyri brotsgerðir at styðja seg til.

Avtalað er tó longu nú, at Hans Enoksen, formaður í Parti Naleraq, skal verða formaður í nýggja landstinginum. 

Nýggja samgongan í Grønlandi hevur tepran meiriluta í landstinginum, 16 av 31 tinglimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV