Brimil fann prámin

Brimil fann prámin
Brimil er á veg til Føroya við einum prámi, sum hann fann í gjárkvøldið 120 fjórðingar norðan fyri Føroyar.
Mynd: Vorn.fo  
 
04.06.2018 - 10:27

Ikki er avgjørt enn, hvat verður gjørt við prámin, tá hann kemur til Føroya. Prámurin er stórur, 22 metrar langur og 13 metrar breiður.

Hann er bygdur í 2012 og er í sera góðum standi, sigur Vørn. Helst hevur eitt farmaskip mist hann eystur úr Labrador í november í fjør.

Ein týskur trolari boðaði frá á middegi í gjár, at ein prámur rak millum Føroya og Íslands. Líknandi prámur varð funnin við Írlandi í mai.

vorn_pramur.jpg

Caption: 
Mynd: Dávur Joensen og Olivar á Høgaryggi / Vørn

Brimil hevði úr at gera í gjár.

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason boðaði sunnunáttina frá, at teir vóru fastir í botn eystanfyri. Teir fingu ikki trolið leyst aftur.

Brimil kom til Magnus Heinason um fýra-tíðina sunnumorgunin. Eftir at hava roynt í nakrar tímar eydnaðist at fáa trolið leyst og um borð á Brimil. 

Og seinnapartin í gjár kom Brimil á Tvøroyri við útróðrarbátinum Ocean.

Báturin fekk maskinbrek, meðan teir vóru til fiskiskap vestan fyri Suðuroynna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 3.partur (3:7)
109061
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666