Fríggjadagin fellur dómur

Fríggjadagin fellur dómur
Í morgin skulu teir 12 nevningarnir í sonevnda øksamálinum taka støðu til, um teir báðir ákærdu menninir eru sekir ella ikki.
Tekning av tí eina ákærda í málinum undir rættarmálinum
Mynd: Janus Guttensen  
 
14.06.2018 - 12:14

Í morgin fellur væntandi dómur í sonevnda øksamálinum. Tað veldst um, hvussu langa tíð nevningarnir skulu brúka til at umrøða málið.

Í morgin byrjar rættarfundurin við, at dómarin kunnar nevningarnar um teirra uppgávu, nú sjálv viðgerðin í rættinum er av, sonevnda rættarlæringin.

Tá tað er av, fara nevingarnir fyri seg. Teir skulu so taka støðu til, um teir báðir menninir eru sekir í ákærunum, sum eru reistar ímóti teimum.

Nevningarnir skulu einsamallir taka avgerðina, men dómarin verður til staðar, um teir hava eitthvørt at spyrja um. Annars skal dómarin ikki verða við í sjálvari viðgerðini hjá nevningunum.

Tá nevningarnir eru lidnir við sína viðgerð og komnir til eina niðurstøðu, verður rættarfundurin tikin uppaftur, og úrslitið hjá nevningunum verður kunngjørt fyri rættinum.Tá úrslitið er greitt, skal sjálv revsingin ásetast.

Tá fáa bæði ákæri og verjarnir orðið aftur, og teir skulu grundgeva fyri, hvør revsingin skal vera. M.a. verður okkurt vitni avhoyrt undir tí viðgerðini.

Og so fellur dómur í málinum.

Sakarmálið byrjaði mikudagin í farnu viku, tá teir ákærdu fingu at vita, hvat teir eru ákærdir fyri.

Síðani vórðu nógv vitni avhoyrd, og í gjár var sjálv dómsviðgerðin, har ákærin og verjarnir grundgóvu fyri, hvør revsingin skal vera.

Ákærin krevur harða revsing, meðan verjin hjá øðrum av teimum ákærdu krevur revsing, sum í mesta lagi er eftir grein 245 í revsilógini, sum kann geva upp í 6 ára fongsul. Verjin hjá hinum ákærda manninum krevur frídøming.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470