Tvingar migrantar úr aftur landinum

Tvingar migrantar úr aftur landinum
Fleiri migrantar í USA siga, at teimum stendur í boði at fáa børn síni aftur, um tey afturfyri góðtaka at verða noydd aftur til Meksiko
 
26.06.2018 - 08:38

Ein 24 ára gamal maður, sum nevnir seg Carlos, sigur, at hann fríggjadagin skrivaði undir skjal um sjálvbodna tvingsilsflyting afturfyri, at hann fekk seks ára gomlu dóttir sína aftur. 

Tað skrivar The Texas Tribune, sambært NRK.

Hann sigur við blaðið, at eini 20-25 onnur, sum eisini sita í varðhaldi, skrivaðu undir tvingsilsflyting. 

Tíðindini bórust sama dag, sum Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann vil valdsflyta migrantar, sum koma um markið úr Meksiko til USA ólógliga uttan nakra rættarviðgerð fyrst.

- Vit kunnu ikki lova øllum hesum fólkunum inn í okkara land. Tá tey koma, mugu vit beinanvegin - uttan dómara ella rættarviðgerð, senda tey aftur, hagani tey komu, skrivaði Trump á Twitter sunnudagin. 

Hann legði afturat, at heimurin flennir at amerikanska tilflytarapolitikkinum, og at fólk mugu prógva sítt virði fyri at sleppa til landið. 

- Vit hava brúk fyri fólki, sum gera America Great Again, skrivar forsetin.

Mikudagin broytti Trump avgerðina um at taka børnini frá ólógligum tilflytarum, sum vórðu sendir í varðhald. Nú vil hann sameina foreldur og børn, skrivar NRK.

Amerikonsku myndugleikarnir hava sagt, at 2.342 børn eru tikin frá 2.206 foreldrum í tíðarskeiðnum frá 5. mai til 9. juni í ár. 

Myndugleikarnir hava framvegis 2.053 børn, sum eru tvangsflutt frá foreldrum sínum. 

Amerikansk lóg loyvir ikki børnum at sita í varðhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221