Tyrlurnar brúka ikki ov nógva tíð til útlendingar

Tyrlurnar brúka ikki ov nógva tíð til útlendingar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum um tyrlurnar, sum fara eftir útlendingum í neyð
Serliga í 2015 vóru ofta boð eftir tyrlunum hjá Atlantic Airways.
 
26.06.2018 - 13:05

Seinastu trý árini og higartil i ár hava tyrlurnar hjá Atlantic Airways brúkt slakar 46 tímar til at bjarga útlendingum, sum eru fluttir av skipi á sjúkrahús í Føroyum ella hava verið fastir í fjøllunum ella hava fingið skaða har.

Høgni Hoydal, landstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi, hvussu ofta føroyska tyrlan hevur bjargað útlendskum ferðafólkum seinastu trý árini. 

Høgni Hoydal sigur, at skilt verður millum SAR hendingar, sum eru leiting og bjarging, og MEDEVAC hendingar, sum er at flyta løstað fólk á sjúkrahús. 

Frá 2015 til í ár higartil hava verið 13 MEDEVAC hendingar og 15 SAR hendingar. 

50 tímar eru settir av hjá Tyrlutænastuni um árið til at hjálpa útlendingum.

Einki endurgjald verður kravt fyri slíka leting og bjarging, sigur Høgni Hoydal.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576