Elektron skal reka talgilda samleikan

Elektron skal reka talgilda samleikan
Elektron skal hýsa og reka talgilda samleikan, sum skal vera klárur hjá føroyskum borgarum at brúka næsta ár.
Elektron og Gjaldsstovan hava skrivað undir sáttmála, sum ásetir, at Elektron skal reka og hýsa talgilda samleikan
Mynd: Elektron  
 
27.06.2018 - 12:14

Elektron skal hýsa og reka talgilda samleikan, sum skal vera klárur hjá føroyskum borgarum at brúka næsta ár, tað hava Elektron og Gjaldstovan júst gjørt sáttmála um. 

Talgildi samleikin skal nýtast til at rita inn í allar skipanir hjá almennum stovnum, og við tíðini er ætlanin, at hann skal koma í staðin fyri NemID, sum nógv brúka at rita inn í bankarnar.

Ulla Joensen er stjóri í Elektron, og hon sigur, at leikluturin hjá Elektron verður at reka skipanina, sum Klintra og Føroya Tele eru í ferð við at menna.

Ein talgildur samleiki er, sambært Nicolai Mohr Balle, ið er verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, ein eyðmerking, sum hvør borgari fær. Við eyðmerkingini fær borgarin sostatt atgongd til tær talgildu tænasturnar, sum verða veittar - fyrst og fremst av tí almenna, men Nicolai Mohr Balle sigur, at tænastan væntandi eisini verður bjóðað til privatar tænastuveitarar. 

Tað verður krav, at almennir stovnar skulu nýta talgilda samleikan. Tað vil eisini siga, at borgarar noyðast at nýta talgilda samleikan, um teir vilja rita inn í eitt nú skipanina hjá Taks.

- Tá ið talgildi samleikin er klárur at brúka, verður til dømis "MínLykil" beint burtur og talgildi samleikin kemur í staðin sum loysn til eitt nú at rita seg inn við, sigur Nicolai Mohr Balle. 

Talgildu Føroyar samstarvar eisini við týðandi privatar aktørar, sum helst eisini fara at brúka talgilda samleikan til innriting.

Talgildi samleikin verður væntandi klárur at taka í nýtslu seint í vár, sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114