Ongin rakstrarjáttan fylgir við Hoydølum

Ongin rakstrarjáttan fylgir við Hoydølum
Ongin rakstrarjáttan fylgir við, tá LISA, Listafólkasamband Føroya, og Tjóðsavnið fáa bygningarnar í Hoydølum.
 
17.07.2018 - 17:45

Tað sæst í fundarfrágreiðingum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Í fundarfrásøgn frá fundi millum Mentamálaráðið og LISA 22. mars í ár, sæst í fundarfrásøgnini, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá upplýsti fyri LISA, at ongin rakstrarjáttan fylgir við.

Umboðini hjá LISA løgdu á fundinum dent á, at listafólk eru von at rinda leigu fyri arbeiðshølir.

Viðvíkjandi hølunum helt landsstýriskvinnan, at talan mátti vera um eina skipan, har listafólk skiftast um at hava høvi at brúka hølini, so hølini ikki bert gagna nøkrum fáum, sæst í fundarfrágreiðingini frá fundinum 22. mars.

Á fundi við Tjóðsavnið 21. juni, segði landsstýriskvinnan, at eingin eyka rakstrarjáttan kann fylgja við til tey, sum skulu brúka Hoydalar.

Nakrar fortreytir eru, sum mugu fáast í lag, áðrenn Tjóðsavnið kann flyta inn, stendur í fundarfrásøgnini. Nýggj lásaskipan má gerast, sum kostar nakrar hundrað túsund krónur, og kannast má, um læknahúsini skulu seljast.

Nýtslan skal gerast upp. LISA kundi goldið eitt nú ein triðing. Roknast kann við umleið 700.000 til eina millión krónur til hita og annað, sæst í fundarfrágreiðingini.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, gjørdi á fundinum vart við, at avtalan ikki mátti leggja útreiðslur á Tjóðsavnið, í minsta lagi mátti status quo varðveitast, sæst í fundarfrágreiðingini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040