Stórur áhugi fyri Sjúrðarbergi

Stórur áhugi fyri Sjúrðarbergi
Nýggja fiskivinnulógin ger, at grundarlag er ikki hjá JFK-troli at hava tveir trolarar í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, reiðari
 
20.07.2018 - 11:18

Fleiri hava víst áhuga fyri at keypa flakatrolaran Sjúrðarberg hjá JFK-troli í Klaksvík, og um eina viku ella so verður greitt, um trolarin verður seldur.

Tað upplýsir Hanus Hansen, reiðari.

Hann sigur, at tað eru serliga russar, sum hava víst áhuga fyri Sjúrðarbergi, men Hanus Hansen leggur dent á, at eingin sølusáttmáli er gjørdur enn, og eingin av manningini er sagdur upp.

Sjúrðarberg hevur seinastu tíðina verið leigaður út til Grønlands til royndir, sum Grønlands Naturinstitut hevur skipað fyri.

Trolarin hevur eisini staðið á sølulista.

Hanus Hansen sigur, at tað er fyrst og fremst nýggja fiskivinnulógin, við uppboðssølu og menningarkvotum, sum hevur fingið reiðaríið til at gera av at selja Sjúrðarberg, tí grundarlag er ikki fyri at hava tveir trolarar.

Haraftrat er kvotan í Barentshavinum minkað, og útlit eru til, at hon fer at minka uppaftur meira, sigur Hanus Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482