Politiið: fyrsta brot á Ramsarkunngerðina staðfest

Politiið: fyrsta brot á Ramsarkunngerðina staðfest
Átta vatnskutarar vóru á víkini í Nólsoy í gjárkvøldið. Tað er brot á kunngerð, tí Nólsoy er Ramsaroyggj, sigur politiið
Vatnskutari og kappróðrarbátur. Myndin er tilvildarlig og hevur ikki samband við hendingina í gjárkvøldið.
Mynd: Eileen Sandá  
 
21.07.2018 - 09:40

Ramsarkunngerðin skal nú standa sín roynd viðvíkjandi revsing fyri at bróta hana. 

Tí hon varð brotin í gjárkvøldið, sigur politiið.

Nú er eftir at áseta sektina.

Polititiið fekk fráboðan klokkan níggju í gjárkvøldið úr Nólsoy um, at har sigldu átta vatnskutarar á víkini, inni í havnini.

Vatnskutararnir fóru síðani haðani norður eftir móti Skálafjørðinum.

Tjaldrið steðgaði seks

Tjaldrið lá á Runavík. Tjaldrið setti út gummibát, og samband fekst við seks vatnskutarar. 

Førararnir í teimum eru skuldsettir fyri at bróta Ramsarkunngerðina.

Politiið hevur ikki enn tosað við førararnir á hinum báðum vatnskutarunum.

Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15.apríl til og við 31.august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm.

Brot verða revsað við sekt, stendur eisini.

Væntandi í rættin

Av tí at hetta er fyrsta brotið, sum poliitið veit um, er ikki greitt, hvussu stór sektin er. Politiið skrivar málið, sum so verður latið ákæruvaldinum.

Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða.  

Ramsarkunngerðin, sum kom í fjør, byggir á lógina um at verja havumhvørvið. Kunngerðin er sett í gildi fyri at verja fuglin.

Vatnskutararnir, sum vóru í Nólsoynni í gjárkvøldið, eru norðaneftir, helst úr Eysturoynni, tað politiið veit.

Eitt fólk var á hvørjum vatnskutara, sambært politinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392