Vilja halda fram við samstarvinum í samgonguni

Vilja halda fram við samstarvinum í samgonguni
Veljarar spurdir, hvørjum flokkur teirra skal arbeiða saman við
 
28.07.2018 - 15:38

Veljarar hjá samgonguflokkunum vilja helst, at samgonguflokkarnir halda fram við samstarvinum, men veljarar hjá andstøðuflokkunum vilja, at andstøðuflokkarnir finna saman í einum samstarvi.

Tað vísir nýggja veljarakanningin, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið.

Av teimum, ið søgdu seg velja Fólkaflokkin, søgdu 77 prosent seg vilja samstarv við Miðflokkin og 34 prosent søgdu seg vilja, at Fólkflokkurin fór í samstarv við Sambandsflokkin.

Tveir triðingar av sambandveljarum siga seg vilja eitt samstarv við allar hinar andstøðuflokkarnar og heili 45 prosent av sambandsveljarum siga seg eisini vilja eitt samstarv við Javnaðarflokkin.

Samgonguveljarar vilja samgongu 

39 prosent av javnaðarveljarum siga seg vilja, at Javnaðarflokkurin fer at samstarva við Sambandsflokkin, men flestu av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum vilja hava samstarv við Tjóðveldi og Framsókn. Tað siga ávikavist 68 og 45 prosent av javnaðarveljaranum.

Veljarar há Tjóðveldi vilja helst, at sitandi samgonga heldur fram. 47 prosent halda, at Framsókn og Tjóðveldi skulu samstarva og 40 prosent vilja verða við Javnaðarflokkinum. Sama ger veljarin hjá Framsókn, har góð 28 prosent eisini halda, at Sjálvstýri er ein flokkur, ið Framsókn kann samstarva við.

37 prosent av Sjálvstýrisveljarum vilja samtarva við Fólkaflokkin og 48 prosent vilja, at Sjálvstýri fer í samgongu við Miðflokkinum.

Hjá teimum, ið velja Miðflokkin, er tað fyrst og fremst Fókaflokkuin, ið tey vilja samstarva við. Tað siga 32 prosent av miðfloksveljarunum.

Av teimum, ið ivast í hvørjum teirra flokkur skal samstarva við, eru tað fyrst og fremst veljarar hjá stóru andstøðuflokkunum. 35 prosent av sambandsveljarunum siga seg ikki vita hvønn tey helst vilja Sambandsflokkin samstarva við, meðan 21 prosent av fólkafloksveljarunum ikki siga seg vita, hvønn tey vilja hava Fólkaflokkin at samstarva við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391