Ikki tikið avgerð um stjórnarskipanina

Ikki tikið avgerð um stjórnarskipanina
Løgmaður ikki avgjørt enn, um hann leggur uppskotið um stjórnarskipan fyri løgtingið aftur
Løgmaður ætlar at tosa við formenninar í andstøðuflokkunum fyri at vita, um grundarlag er fyri at leggja uppskotið um stjórnarskipan fyri tingið aftur.
 
30.07.2018 - 13:11

Løgmaður ætlar at tosa við formenninar í flokkunum fyrst, áðrenn hann tekur støðu til, um hann leggur fram aftur uppskotið um stjórnarskipan.

Formaðurin í grein 25 nevndini hjá løgtinginum, sum viðgjørdi uppskotið í seinastu tingsetu tó uttan at skriva álit, heitti á løgmann um at leggja uppksotið fram aftur í hesi tingssetuni.

Stjórnarskipanararbeiðið fyllir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið alt valskeiðið, men tað hevur verið tungt, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tinginum í gjár.

Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál. Hon er eitt mál fyri alt løgtingið og allar føroyingar, segði hann. 

Tí má alt løgtingið eisini vera við. 

Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn fyri at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari við stjórnarskipanini, segði løgmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809