Skulu kunna skifta kyn løgfrøðiliga

Skulu kunna skifta kyn løgfrøðiliga
Uttanflokka-tingkvinnan Sonja Jógvansdóttir vil hava lógina um fólkayvirlit broytta, soleiðis at fólk kunnu skifta kyn løgfrøðiliga.
 
22.08.2018 - 08:46

Í viðmerkingunum vísir løgtingskvinnan á, at uppskotið heimilar, at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, umvegis eina umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga. 

At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass.

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at lógarbroytingin gevur tvørkyndum persónum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvari við tað, tey eru, umframt at tað er ein almenn viðurkenning. 

Lógaruppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti varð lagt fram í gjár og kemur til 1. viðgerð fríggjadagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808