Fregnast um hendingar á Eiði undir krígnum

Fregnast um hendingar á Eiði undir krígnum
Edmund Joensen, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat hendi á Eiði og á Eiðiskolli undir krígnum.
 
22.08.2018 - 09:58

Edmund Joensen hevur spurt ríkisumboðið um, hvat hendi á Eiði og á Eiðiskolli undir krígnum.

Edmund Joensen heitir á ríkisumboðið um at kanna, um til ber at leita fram ætlanir, tekningar og yvirlit, sum finnast um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli í seinna veraldarbardaga. 

Hann vil eisini hava at vita, um hetta tilfar, um tað yvirhøvur er til, kann gerast alment atkomuligt og latast føroyskum myndugleikum.

Edmund Joensen sigur, at tað hevur stóran áhuga bæði søguliga og nú, tá ferðastreymurin til Føroya økist, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir krígnum - serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli.

Endamálið er at fáa at vita, hvussu Føroyar vóru partur í teimum herðnarskipanum, sum vórðu stovnaðar í seinna veraldarbardaga, um ítøkiliga týdningin, sum Eiðiskollur og onnur støð høvdu, og brúka tilfarið sum almenna upplýsing til dømis í undirvísing og kunning til ferðafólk. 

Edmund Joensen sigur, at nógvar søgur ganga um Eiðiskoll, sum var eitt av týdningarmestu útsýnisstøðunum á norðurmótinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065