- Latið tykkum koppsetast fyri meslingar

- Latið tykkum koppsetast fyri meslingar
Landslæknin mælir øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, fara tey av landinum.
 
24.08.2018 - 14:47

Landslæknin í Føroyum spurdi í gjár Heilsumálaráðið, um ókeypis koppseting fyri meslingar ikki eisini eigur at vera í Føroyum.

Í Danmark er ókeypis meslinga-koppseting, nú meslingar eru farnir at ganga, serliga í Suðurevropa.

Lars Møller, landslækni, hevur ikki frætt aftur úr Heilsumálaráðnum, sigur hann.

Annars mælir hann øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, fara tey av landinum.

Í gjár mælti landslæknin í Grønlandi, Henrik Hansen, øllum til at kanna, um tey eru koppsett fyri meslingar, fara tey út um ríkisfelagsskapin.

Lars Møller sigur, at ein frágreiðing um meslingar er á veg á heimasíðuna hjá landslæknanum í Føroyum.

Meslingar eru farnir at ganga í Evropa. 

Serliga ringir eru teir í Rumenia, Ukraina, Fraklandi, Grikkalandi og Italia.

Meslingar smitta sera illa. Teir stava frá einum virusi og kunnu tí ikki viðgerast við antibiotika.

Fyri kortum boðaði alheims-heilsustovnurin hjá ST frá, at 41.000 europearar fingu meslingar fyrstu seks mánaðirnar av hesum árinum. WHO sigur, at 37 eru deyð av sjúkuni higartil í ár.

Meslingar kunnu eisini hava sera ring hjáárin við sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129