KÍ og Víkingur spældu javnt

KÍ og Víkingur spældu javnt
Úrslitið í Klaksvík í gjárkvøldið ger, at nú hevur HB møguleikan at leggja seg 10 stig frammanfyri nummar tvey í Betri-deildini
 
01.09.2018 - 10:32

Ein dystur var í Betri-deildini í gjárkvøldið. KÍ og Víkingur spældu í Klaksvík og úrslitið varð javnleikur 1-1.

 

Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Hanus Jacobsen legði Víking á odda tá 11 minuttir vóru spældir. Málið hjá KÍ gjørdi Predrag Pocuca fimm minuttir seinni. Bólturin rakti ein leikara hjá Víkingi áðrenn hann fór í málið.

Hinir fýra dystirnir í Betri-deildini verða í dag. NSÍ og B36 spæla í Runavík, Skála og 07 Vestur møtast á Skála, í Gundadali verður grannauppgerð millum oddaliðið HB og botnliðið AB og Suðringar og EB/Streymur spæla í Trongisvági.

 

Vinnur HB dystin móti argjamonnum í dag, verða teir heili 10 stig frammanfyri nummar tvey. Samstundis er 2. plássiđ hjá KÍ í vanda, tí vinnur NSÍ í dag á heimavølli móti B36, koma teir undir liðina á KÍ við sama stigatali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928