Fíggjarmálaráðið: Kommunurnar eru væl fyri

Fíggjarmálaráðið: Kommunurnar eru væl fyri
Skattainntøkan var 2,4 milliardir kr. í fjør, og avlopið var 127 milliónir
 
02.09.2018 - 11:07

Flestu kommunurnar í landinum eru lutfalsliga væl fyri, og bara fimm hava nettoskuld, sum er oman fyri eina hálva álíkning.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið, sum hevur tikið saman um roknskapirnar hjá kommununum fyri 2017.

Samlaða avlopið í fjør var 127 milliónir krónur.

Kommunurnar fingu 2,4 milliardir krónur í skatti.

1,7 milliardir vórðu nýttar til rakstur, og 517 milliónir fóru til íløgur.

Rentuútreiðslurnar í fjør vóru 28 milliónir kr.

Nettoskuldin burtur

Bruttoskuldin hjá kommununum í 2017 var 1,1 milliard. Nettoskuldin var 127 milliónir, og tí vantar ikki nógv í, at nettoskuldin hjá kommununum verður burtur, sigur Fíggjarmálaráðið.

Tað merkir, at kommunurnar, tá tær verða tiknar undir einum, hava rásarúm at hækka nettoskuldina við umleið tveimum milliardum krónum, áðrenn tær røkka skuldarmarkið, sum er 23 prosent av eini persónsskattaálíkning.

Í fíggjarætlanini fyri í ár hava kommunurnar hækkað rakstrarútreiðslurnar umleið fimm prosent, og íløgurnar eru hækkaðar 20 prosent, upp í 620 milliónir kr.

Í fjør væntaðu kommunurnar at hava tilsamans 226 milliónir kr. í halli, men úrslitið gjørdist 127 milliónir í avlopi.

Í ár vænta kommunurnar at hava 145 milliónir kr. í halli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053