- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki er um at klovna
Sunnudagin verður val í Svøríki.
Skattalættar, skúlaverki og pensjónsskipanir plaga at seta sín serliga dám á valstríðið.
Hesaferð er øðrvísi. Nú eru tilflytarar ovast á politisku dagsskránni.
- Orðaskiftið hevur flutt seg. Í dag er Svøríki eitt polariserað land, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, sum er sosiologur. Hann hevur lisið og arbeitt í Svøríki seinastu trý árini.
Misnøgd við útlendingapolitikkin
Seinastu 10 árini hevur Svøríki tikið ímóti meira enn 500 túsund flóttafólkum.
Fleiri halda, at nú er nokk. Viljin at taka ímóti fólki í neyð er í øllum førum ikki eins góður, sum hann hevur verið í Svøríki.
Politiska orðaskiftið er av somu orsøk hvest, heldur Brandur Mortensen Nolsøe.
- Sviar plagdu at halda seg aftur við at finnast at stóru tilflytingini. Tað hevur mest sum verið bannað. Støðan er ein onnur nú. Fólk siga sína meining, og tað eru serliga tey sum tala fyri, at tilflytingin skal minka, ið hava tikið blaðið frá munninum, sigur hann.
Fjórði hvør í Svøríki er nú útlendingur. 16 prosent eru ikki úr vesturheiminum. Og tað eru serliga fólki úr Miðeystri og Afrika, sum elva til kjak í Svøríki.
- Samstundis sum fólk gera vart við seg við mótmælisgongum og siga, at tey vilja ikki hava fleiri tilflytarar við øðrum mentanum til Svøríkis, eru aðrar mótmælisgongur við øvugtum boðskapi í sama umhvørvi, har onnur fólk siga, at tey vilja ikki hava rasismu í Svøríki, vísir hann á.
Hevur verið á breddanum leingi
Svøríki hevur verið eitt humanitært stórveldi í Evropa, men ósemjan um tilflytarar ger nú, at tey politisku grundvirðini í Svøríki verða endurskoða.
Komandi vikurnar fara at vísa, í hvønn mun tey grundvirðini skulu tillagast.
- Í roynd og veru hava sviar verið ósamdir um friðskjól og tilflytarar í tvey áratíggju. Kanningarnar frá 90árunum vísa, at sviar hava ikki verið á einum máli, um tilflytingin skal vaksa ella minka. Tað orðaskiftið hevur kortini ikki ávirka politisku kósina nevnivert, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.
Svøríkisdemokratarnir vinna fram
Tað eru politisku flokkarnir ytst á vinstraveinginum og høgraveinginum, teir víðgongdu flokkarnir, sum vinna fram í Svøríki nú.
Serliga Svøríkisdemokratarnir.
Formaðurin Jimmie Åkesson hevur harðliga ávarað ímóti, at vælferðarskipanirnar verða settar undir trýst. Og Åkesson hevur eisini klárað at sett dagsskránna, meðan Javnaðarflokkurin við forsætisráðharranum Stefan Løvfen á odda missir undirtøku.
Fleiri teirra, sum valdu Javnaðarflokkin seinast, serliga verkafólk, velja nú Venstrepartiet og Svøríkisdemokratarnar.
- Boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum hevur sum heild ikki verið serliga týðiligur. Stefan Løfven hevur brúkt størsta partin av sínari orku at finnast at Svøríkisdemokratunum, heldur enn at vísa á, hvat Javnaðarflokkurin vil sjálvur, sigur hann.
Og tað verður Stefan Løfven eftir øllum at døma revsaður fyri sunnudagin.
Tá fara sviar á val.