Viðkomandi við kommunalari nýskipan

Viðkomandi við kommunalari nýskipan
Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðingini, at fíggjarstøðan hjá kommununum er ójøvn, og nøkur óvanlig viðurskifti eru galdandi í kommunala geiranum.
Vágs kommuna
 
06.09.2018 - 10:25

Fíggjarstøðan hjá kommununum er misjøvn, og nøkur óvanlig viðurskifti gera seg galdandi í kommunala geiranum. 

Tað heldur Búskaparráðið.

Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðingini, at Tórshavnar kommuna tykist at vera í eini serstøðu. 

Inntøkurnar hjá høvuðsstaðarkommununi eru so stórar, at kommunan kann leggja pening til viks.

Tað hevur við sær politiskt trýst á kommununa um at gera íløgur, tí peningur verður ikki kravdur inn í skatti at goyma. 

Raðfestingin av kommunalum íløgum kann í slíkari støðu gerast tilvildarlig, sigur Búskaparráðið. 

Hin møguleikin er at lata peningin fara til kommunala útjavning, tað er at lata øðrum kommunum pening, ella at lækka skattaprosentið. 

Tí er viðkomandi við einari kommunalari nýskipan, skrivar Búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026