Harmonikustoytur á Marknagilsvegnum

Harmonikustoytur á Marknagilsvegnum
Tríggir bilar fingu skaða í óhappinum, og ein persónur fór á skaðastovuna til kanningar. Annars hendi eingin fólkaskaði í óhappinum.
 
11.09.2018 - 15:38

Ein harmonikusamanstoytur var á Marknagilsvegnum í Havn í ferðsluni í morgun.

Tríggir bilar fingu skaða í óhappinum, og ein persónur fór á skaðastovuna til kanningar. Annars hendi eingin fólkaskaði í óhappinum.
  
Bilarnir komu frá Velbastaðvegnum og koyrdu niðaneftir  Marknagilsvegnum.  Óhappið hendi á vegamótinum Marknagilsvegur/Landavegur.

Teir báðir fremstu bilarnir steðgaðu, tá ferðslan steðgaði, men tað varnaðist triði bilurin ikki, og rendi inn í bilin frammanfyri, sum so rendi á fremsta bilin.

Teir aftastu bilarnir fingu somikið stóran skaða, at sløkkiliðið varð boðsent at flyta teir av vegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096