Mótmæltu samstarvsavtalu

Mótmæltu samstarvsavtalu
Mótmælistiltak var, meðan Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri undirskrivaðu nýggju milliardaavtaluna mánadagin.
Fleiri vóru savnað á gøtunum at mótmæla samstarvsavtaluna millum Kim Kielsen og danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen.
Mynd: Leiff Josefsen // Sermitsiaq.ag  
 
12.09.2018 - 10:32

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi er vónbrotin um, at Partii Nalerac, sum fór úr samgonguni um vikuskiftið, ikki lat við seg koma, tá eitt mótmælistiltak hjá teimum í Nuuk mánadagin gjørdist hatursfult.

Mótmælistiltak var, meðan Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri undirskrivaðu nýggju milliardaavtaluna mánadagin, og Sermitsiaq skrivar, at óð mótmælisfólk bóðu Kim Kielsen fara úr sínum anorakki, tí tey ikki hildu hann vera rættan grønlending longur.

- Nøkur mótmælisfólk mæltu eisini til, at eg skuldi steinast og enntá hongjast, og at forsætisráðharrin skuldi fara heim, sigur landsstýrisformaðurin á facebookvanga sínum.

At fyriskipararnir av tiltakinum - altso Partii Naleraq - sambært landsstýrisformanninum ikki lótu við seg koma, tulkar hann sum, at teir tóku undir við atburðinum. 

Kim Kielsen verjir demokratiska rættin at mótmæla, men mælir til, at fólk samstundis vísa virðing.

Sermitsiaq skrivar, at formaðurin hjá Demokratunum, Niels Thomsen, eisini tekur frástøðu frá atburðinum hjá mótmælisfólkunum, og hann vónar, at Hans Enoksen, formaður í Partii Naleraq er eins vónbrotin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891