Løgtingsfundur í dag

Løgtingsfundur í dag
Munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum í dag.
 
19.09.2018 - 06:50

Løgtingið fer at viðgera um koyrikort hjá eldri fólki í dag.

Sjálvstýri hevur uppskot um at broyta gildistíðina fyri koyrikortið hjá 75 ára gomlum og eldri.

Flokkurin skjýtur upp, at gildistíðin verður fimm ár í staðin fyri tvey, sum nú.

Eitt uppskot um hetta var eisini í tinginum í undafarnu tingsetu. Tað bleiv samtykt eftir aðru viðgerð, men fall eftir triðju viðgerð. 

Sjálvstýri hevur eisini uppskot um, at tey, sum noyðast at endurnýggja koyrikortið fyri aldur, skulu frá 1.januar næsta ár ikki gjalda fyri kravdu læknaváttanina.

Slík læknakanning kostar 300 ella 400 krónur, sum fólk gjalda úr egnum lumma.

Men hon eigur at verða ókeypis, sigur Sjálvstýri.

Sjálvstýri sigur, at frá 1.juli í 2017 til 30.juni í ár, endurnýggjaðu 915 fólk koyrikortið fyri aldur. Tey elstu, tveir menn, vóru 95 ár. 

24 fólk, sum vóru 90 ár ella eldri, endurnýggjaðu koyrikortið hetta árið.

Sjálvstýrið roknar við, at 700 koyrikort verða endurnýggjað um árið í framtíðini. 

Flokkurin sigur, at læknaváttanir kosta í miðal 350 kr., so kostnaðurin av lógarbroytingini verður 245.000 kr.

Tingið skal eisini viðgera eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um, at fólk, sum flyta til Føroya úr londum, sum Føroyar ikki hava avtalu við um sosiala trygd, fáa fulla fyritíðarpensjón í Føroyum.   

Løgtingsfundurin í dag er kl.11.00.

Munnligur fyrispurningar skulu fyrst avgreiðast, áðrenn løgtingið fer at viðgera lógaruppskotini.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002